Pensiónistar sum 2. floksborgarar

Pensiónistar eru við skerdan lut, nú koronuískoytið hjá ALS grunninum ikki longur umfatar pensiónistarnar. Vanligi lønmóttakarin kann fáa koronuískoyti fram til 31. august, men hjá pensiónistunum helt skipanin uppat í gjár. Pensiónistar kunnu kenna seg sum 2. floks borgarar, heldur Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag pensjónista

Hóast ískoytisskipanin hjá ALS í sambandi við koronukreppuna varð longd til 31. august, so steðgaði hon at virka fyri pensionistar í gjár. Hetta hevur álvarsamar avleiðingar fyri teir pensionistar, ið framvegis hava orku og møguleika at virka á arbeiðsmarknaðinum, meit r Beate L. Samuelsen.

– Hetta merkir, at hesir pensiónistarnir hava onga inntøku. Teir hava ikki ta inntøkuna, sum teir høvdu áðrenn koronu. Pensiónin er ikki nakað at rópa hurrá fyri. Tá tú bara hevur pensión og samhaldsfasta, so hevur tú umleið 8.000 krónur um mánaðin, har tú eisini skalt gjalda skatt av samhaldsfasta. Tá er ikki nógv eftir, tá tú eisini skalt gjalda olju til at hita húsini upp við.

– Fólk, sum er farin um 67 ár, og sum dámar væl at arbeiða og hava møguleikan til tað, skulu sjálvandi hava tann møguleikan. Nú mistu tey møguleikan, tá korona stongdi fleiri arbeiðspláss. Tá missa tey sjálvandi ta inntøkuna, og hóast tey ikki fáa somu inntøku gjøgnum koronuskipanina, so fáa tey í øllum førum eitt lítið lønarískoyti, sigur Beate L. Samuelsen og ger greitt, at tað fer ikki at koppa nakrari fíggjarætlan, at 62 pensiónistar sleppa at halda fram í skipanini, sum hevur virkað higartil.

 

 

Gloymdir í byrjanini

Upprunaliga vóru pensionistar, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, ikki umfataðir av koronuskipanini hjá ALS, og sostatt fingu teir einki útgjald fyri mist arbeiði. Hetta elvdi til rættiliga stóra ónøgd hjá Landsfelag pensiónista, og úrslitið varð, at nakrar vikur seinni varð lógin broytt, soleiðis at pensiónistar á arbeiðsmarknaðinum eisini sluppu upp í part.

Nú er skipanin longd til 31. august, men pensiónistarnir fóru kortini úr skipanini í gjár.

– Nógvir av teimum pensionistunum, sum hava eitt arbeiði við síðuna av, mistu tað vegna korona. Vit royndu at lofta teimum, so teir eisini kundu koma í koronuskipanina, men nú vilja tey ikki hava teir har meira. Skipanin varð bara galdandi til 30. juni.

Tú segði í røðu á arbeiðaradegnum, at pensionistar í Føroyum kunnu kenna seg sum 2. floksborgarar. Hvussu metir tú, at tann útsøgnin heldir sær í dag?

– Ja, hon passar. Millum annað tí at pensionistarnir ikki sleppa at vera í teirri skipanini, sum teir vóru í. Tað er eitt sindur keðiligt.

– Er skipanin fyri øll, so skuldi mann trúð, at teir pensionistarnir, ið vórðu eftir, kundu eisini verið verðandi í skipanini til 31. august.

 

Hvat er endamálið við skipanini?

Beate L. Samuelsen skilir heldur ikki hugsanina hjá landsstýrinum, tá vanligi lønmóttakarin verður loftaður, meðan roknað verður við, at pensiónisturin megnar at finna sær eitt annað arbeiði.

– Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur segði, at hon hevði ikki havt nakað uppskot í landsstýrinum um at leingja koronuskipanina, og hon hevði heldur ikki mælt til, at pensiónistarnir skuldu vera verðandi í skipanini, tí mann kundi rokna við, at teir fingu arbeiði aftur, sum so nógv onnur, sigur Beate L. Samuelsen og sipar til søguna, sum var at síggja á in.fo mánadagin.

– Men tað nyttar ikki at hava eina tílíka skipan, um mann bara skal rokna við, meina og halda, at tey fáa arbeiði. So skuldi eingin ALS skipan verið yvirhøvur, um mann roknar við, at tey fáa eitt arbeiði aftur seinni, sigur Beate L. Samuelsen.

 

 

Men hvat er endamálið í at halda pensiónistum í hesari skipanini, tá arbeiði ikki er at fáa? Er hetta ikki eitt tekin uppá, at pensiónistarnir kanska skulu fara á pension?

– Teir fáa pensión. Teir fáa pensión frammanundan, og teimum væl at arbeiða. Politikkararnir, sum sita í tinginum, søgdu upp undir valið, at neyðugt var við pensionistunum á arbeiðsmarknaðinum, tí teir gera ein stóran innsats.

 

Summir pensiónistar ynskja at arbeiða

Beate L. Samuelsen skilir væl, at tað eru fólk, ið eru farin um pensiónsaldur, sum helst vilja sita heima og njóta pensiónistatilveruna. Men hetta skal kortini ikki seta dagsskránna fyri hini, ið hava hug at arbeiða.

– Tey skulu sjálvandi hava loyvi til at sita heima í friði sum onnur, ið eisini hava hug til tað. Men tey, sum gjarna vilja halda fram, sjálvt um tey eru eldri enn 67, skulu hava loyvi til tað - um tey hava møguleika til tað. Sum er, verða tey skerd, tá lógin heldur uppat, sum hon ger í dag.

Beate L. Samuelsen fýlist eisini á, at einki samsvar er millum tað, ið politikkarar søgdu um pensiónistar undan valinum, og tað, sum teir siga nú.

– Nú sleppa teir ikki meira, sigur Beate L. Samuelsen um pensiónistar í koronuskipanini hjá ALS.

– Men tað var tað, sum tey fingu lovað upp undir valið. Og tað eru somu flokkarnir, sum í dag skipa samgongu. Tað er ótruliga keðiligt, haldi eg. Pensiónistarnir eru altíð góðir upp undir val. Tá fáa teir altíð lovað gull og grønar skógir, og tá hevur samfelagið brúk fyri øllum hondum - eisini teimum eldri. Men so tá valið er av, standa pensionistarnir við skegginum í postkassanum, og tað varð ikki so, sum tað varð lovað.

 

Tað er heldur ikki hissini pensiónistar, sum framvegis eru á arbeiðsmarknaðinum.

– Tað eru um 8000 pensionistar í landinum, og um 4000 teirra eru 75 ár og eldri. Hin helvtin er frá 75 og niður til 67. Tveir triðingar av teimum, sum eru millum 67 og 75 ár, hava arbeiði. So tað er fólk, sum tæna landinum og vinna sær pening. Tað er tørvur á teimum, sigur Beate L. Samuelsen.

 

 

Sitat 1: Teir hava ikki ta inntøkuna, sum teir høvdu áðrenn koronu. Pensiónin er ikki nakað at rópa hurrá fyri

Sitat 2: tað fer ikki at koppa nakrari fíggjarætlan, at 62 pensiónistar sleppa at halda fram í skipanini

Sitat 3: Men tað nyttar ikki at hava eina tílíka skipan, um mann bara skal rokna við, meina og halda, at tey fáa arbeiði