Petru Viderø Johannesen til minnis

Mánadagin 6. mai fingu vit sorg­ar­boði­ni, at Petra var far­in

Petra vaks upp á Viðareiði og fór eft­ir barn­a­skúl­an til Havn­ar í realskúla. Hon er dótt­ir Daisy, f. Mell­em­gaard, úr Klaksvík, og Ás­bjørn Viderø úr Havn. Petra var gift við Jó­ann­es Jo­hann­e­sen úr Havn. Tey eiga børnini Heina og Bjørg.

Petra byrjaði sum lærl­ing­ur á Ad­vo­kat­skri­v­stov­uni 15. januar 1977 og var fram­vegis í starvi, nú hon and­að­ist. Hon starvaðist so­statt á skrivstovuni í heili 47 ár. Í 1977 húsaðist Ad­vo­kat­skriv­stov­an í Niels Winthersgøtu. Seinni flutti skrivstovan út í Jó­ann­es­ar Paturssonargøtu, og í dag er hon á Frúutrøð.

Í  heyst bleiv Petra sjúk. Men hóast sjúku ynskti hon fram­vegis at arbeiða á skriv­stov­uni, so leingi hon ork­aði. Tað eru bert nakr­ar fáar vikur síðan, at hon hevði sín seinasta ar­beiðs­dag á skrivstovuni.

Petra gjørdi eitt gott og dygd­ar­gott arbeiði. Hon var ser­stak­liga væl dámd. Øll høvdu álit á henni, starvs­fel­agar og ikki minst við­skift­a­fólk, sum hon ofta prát­aði við. Hon var ser­stakliga ar­beiðs­som og hevði eitt lætt lyndi. Altíð positiv og skemt­ing­ar­som. Setti ein posi­tiv­an og hugnaligan dám á ger­and­is­dag­in. Var altíð til reiðar við eini hjálpandi hond, um onk­ur advokatur ella skriv­ari hevði tørv á tí.

Petra dugdi væl at taka til. Var familjukær og ætt­ar­kær. Hon hevði ongantíð nak­að ynski um at vera í mið­depl­i­num. Men hendi tað, at hon kom í fokus, tók hon tað við einum smíli.

Petra verður nógv sakn­að her á Ad­vo­kat­skriv­stov­u­ni, tað er púra vist. Ad­vo­kat­skriv­stov­an hev­ur mist ein góðan og trúgv­an starvs­fel­aga. Hon verð­ur torfør at erstatta.

Má Harrin styrkja og troysta tykk­um, sum eftir sita.

Starvsfelagar