PISA 2022

Týsdagin var frágreiðingin fyri PISA-kanningina 2022 løgd fram í Kongshøll. Rithøvundarnir av frágreiðingini greiddu frá úrslitunum og gongdini í kanningini og handaðu landsstýrismanninum frágreiðingina.

 

PISA kanning, ið verður framd av OECD triðja hvørt ár, er grundað á námsfrøðiligt og vísindaligt granskingararbeiði. Tað eru næmingar í 9. flokki, sum eru við í kanningini. Endamálið við hesi kanning er at staðfesta, hvussu skúlaverk og næmingar okkara eru fyri samanborið við skúlaverk og næmingar í øðrum londum, og hvat vit eiga at gera fyri alla tíðina at betra um skúlan.

 

Føroysku úrslitini í PISA royndunum 2022 vísti eina serliga stóra afturgongd í støddfrøði, og á eina minni afturgongd bæði í føroyskum og náttúruvísindi.

 

Frágreiðingin frá PISA royndini 2022 sæst her.

 

Landsstýrismaðurin helt røðu og segði m.a. at:

 

Vit skulu ikki lata PISA royndir og PISA úrslit stýra okkara skúla, har vit eintýðugt tillaga okkara skúla fyri at fáa góð úrslit í PISA. Men PISA er ein roynd millum aðrar, og eitt metingaramboð millum onnur, sum mátar ávísa vitan og førleikar hjá okkara næmingum.

 

Hetta skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið á bumf.fo, og har kann øll røðan hjá landsstýrismanninum eisini lesast.