Piteå leikti javnt á útivølli

Ásla Johannesen fekk 89 minuttir á vøllinum í dag

Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen og liðfelagar hennara í Piteå ferðaðust ta longu leiðina úr Norðursvøríki til Kristianstad í Suðursvøríki fyri at spæla dyst í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Dysturin í Kristianstad endaði við javnleiki 1-1. Ásla var á vøllinum í 89 minuttir. Amerikanska Emily Gray legði Piteå á odda í 18. minutti. Heimaliðið javnaði til 1-1, tá bert fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, so tað manglaði ikki nógv í, at Piteå fekk trý stig.

 

Piteå er nummar seks í deildini við átta stigum fyri fimm dystir. Tær eru eitt stig aftanfyri liðið hjá Jóhonnu Fossdalsá Sørensen, BK Häcken sum hevur níggju stig á fimta plássinum. 

 

Häcken vann ígjár 4-0 (1-0) á IFK Norrköping á útivølli. Jóhanna spældi allan dystin.

 

Komandi sunnudag klokkan 14 spælir Piteå dyst á útivølli í Stokkhólmi móti Brommapojkarna. Dagin eftir klokkan 18 spælir Häcken dyst á útivølli móti einum øðrum liði úr Stokkhólmi, nevnliga Hammarby, ið er fremst í deildini við 13 stigum.