Veljarin spyr, hvat fólkatingsessurin skal brúkast til? Mítt svar er politikk. Sjálvandi.
Ikki eitt klovið oyra
Eg skilji tó væl, at veljarin er í villareiði. Seinastu árini er fólkatingsumboðini farin frá at vera politikarar til at vera jólamenn.
Flokkar kappast um at bjóða alt frá lestraríbúðum í Danmark til Suðuroyartunnil. Fyri danskar pengar.
Vit í Tjóðveldi vilja tað øðrvísi. Verði eg vald, fari eg ikki at biðja um eitt klovið oyra á donsku fíggjarlógini.
0 krónur.
Raðfestingar innan mentan, gransking,, útbúgving, infrakervi o.s.fr. skulu vit sjálvi avgera í Føroyum. Og sjálvandi gjalda sjálvi.
Loysa okkum úr hafti
Seinastu árini hevur danska stjórnin latið pengakassan upp fyri føroysku og grønlendsku fólkatingslimunum. Pengakassin verður róptur “Nordatlantpuljen” á donsku fíggjarlógini, men kundi eins væl itið “hold-kæft-bolsje-puljen”.
Føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir ganga á hvørjum ári hvør eftir annan inn til danska fíggjarmálaráðharran at biðja um pengar til meira ella minni tilvildarligar verkætlanir. Soleiðis verða vit fíggjarliga haftbundin og kúrr.
Danmark er til reiðar at gjalda nógv fyri ræðisrættin á okkum, tí puljan bara veksur, so hvørt sum Føroyar og Grønland fáa størri strategiskan týdning fyri danska ríkið.
Men okkara sjálvræðisrættur og sjálvsvirðing er ikki til sølu!
Eg vil ikki sita kúrr. Eg vil loysa haftið og brúka mína rødd til hart og týðiligt at krevja fult innlit í føroysk mál. Tað er Føroya Løgting og Føroya landsstýri, sum skulu taka avgerðir vegna Føroya fólk. Ikki danski forsætismálaráðharrin, uttan mun til um navnið er Frederiksen, Elleman-Jensen, Pape Poulsen ella kanska Løkke Rasmussen.
Altíð til arbeiðis fyri Føroyar
So leingi Danmark umsitur mál okkara vegna, er alneyðugt at hava eina tjóðskaparrødd á Fólkatingi. Eina rødd, sum rópar varskó. Eina rødd, sum tryggjar, at politiska skipanin í Føroyum fær innlit. Eina rødd, sum tryggjar, at vit verða hoyrd. Eina rødd, sum hvønn dag virkar fyri, at avgerðarrætturin verður fluttur heim til Føroyar.
Eg havi í fleiri ár verið kritiskur vaktarhundur sum journalistur. Nú bjóði eg meg fram at vera á varðhaldi á Fólkatingi fyri Føroya fólk.
Liljan Weihe
Valevni til Fólkatingið
Tjóðveldi