Politikkur = Excel

Politikkur snýr seg ikki bara um at brúka pengar – men eisini um IKKI at brúka pengar. Fleiri pengar man brúkar upp á eitt, færri eru at brúka upp á okkurt annað. Politikkur er raðfesting, og tí er tað sera umráðandi, at politikarar taka fíggjarlig atlit og hugsa, hvussu man fær sum mest fyri hvørja skattakrónu.

 

Summi siga, at í politikki skal man hugsa meira um menniskjuni og minni um Excel. Men hesi bæði hanga treytaleyst saman, tí um tú ikki hugsar í tølum og formlum, eru ongir pengar til at hugsa um menniskjuni. Politikkur er Excel.

 

Vit hava eina alsamt vaksandi almenna nýtslu, og haldførið í búskapinum er ikki gott. Vit noyðast at taka hesa avbjóðingina í nógv størri álvara, og man kann siga, at tað eru tveir mátar at minka um útreiðslurnar uppá:

 

  1. At skerja játtan, so borgarin fær færri og verri tænastur.
  2. At hugsa loysnirnar av nýggjum og á tann hátt fáa meira fyri hvørja skattakrónu.

 

Eg helli til tað seinna, tí er tað nakað, sum drívur meg, er tað optimering, rationalisering og effektivisering, UTTAN at tað skal ganga út yvir tænastuna. Høvdu vit t.d. fingið meira fyri pengarnar, um vit bygdu størri heldur enn smærri eindir? Ella um TAKS, Gjaldstovan, Talgildu Føroyar og aðrir stovnar fingu meira játtan til at menna skipanir og á tann hátt frígivið aðra orku í samfelagnum? Hevði man fingið meira burturúr, um stovnar vórðu lagdir saman? Hvussu nógv kostar hetta og hatta í umsiting? Slíkir spurningar fylla nógv hjá mær.

 

Verði eg valdur á Føroya Løgting 8. desember, fari eg áhaldandi at arbeiða fyri, hvussu vit kunnu fáa meira fyri minni.

 

Óli Jákup Jacobsen

 

Valevni fyri Javnaðarflokkin

 

 

 

Um meg:

 

Eg eri 35 ár, giftur og havi fýra børn á 6, 4, 2 og 0 ár, og búgva vit í Havn. Eg eri útbúgvin Cand.merc.aud., havi arbeitt sum grannskoðari í seks ár og arbeiði í dag á fíggjardeildini á Gjaldstovuni, har eg serliga siti við føroyska landsroknskapinum.