Avirkini við sambandsumboðanini á Fólkatingi eru bæði mong, fevnandi og góð.
Niðanfyri eru nøkur av teimum mongu avrikunum, sum eru gjøgnumførd tey seinastu 4 árini.
- Í 2019 játtaði danska stjórnin 25,5 mió. kr. til umhvørvis- og veðurlagsgransking í Norðuraltantshavi og serliga í økinum kring Føroyar
- Bussur til sjúklingahotellið. Í 2020 játtaði danska stjórnin 600.000 kr. til trivnaðarbussin hjá sjúklingahotellinum Tórshavn, til nýggjan Sóljubuss. Nýggi bussurin kom í 2022, okkara umboði at takka
- Fólkatingið samtykti R-frádráttin (Ríkisfelagsskapsfrádráttin), sum okkara umboð fekk í lag. Hettar ger at okkara ungu, sum lesa kunnu hava kr. 82.200 kr. í frádrátti, áðrenn byrja verður at gjalda skatt
- Í tøttum samstarvi millum okkara vinnumálaráðharra og donsku stjørnina varð ”Fast Track”-skipanin sett í verk, sum tryggjar vinnuni skjóta og lætta atgongd til útlendska arbeiðsmegi. Hettar hevur gagnað sera væl innan nógvar vinnur, bæði á sjógvi og landi
- Fongsul í Føroyum (avtala gjørd í 2022). Sambandsflokkurin á Fólkatingi fekk á fíggjalógina játtað 1,5 mió. kr. í 2021 til eina kanning um viðurskiftini hjá føroysku kriminalforsorgini
- CPR-nummar og danskt Nem ID. Hettar lættir sera nógv um á ymiskum økjum, eitt nú í samband við lestna í DK
Sambandsflokkurin hevur søguliga við sínari umboðan víst í verki, at flokkurin megnar at skapa úrslit føroyingum at gagni. Hettar er gjørt við semjusøkjandi politikki og í tøttum samstarvi við eitt nú samstarvsflokkin Vinstra.
Vel framhaldandi avrik - vel Sambandsflokkin!
Edva Jacobsen
valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið