Skúlastýrini hava eisini eftirlit við virksemi skúlans, gera atferðarreglur og reglur um umsjón við næmingunum.
Ráðstevna hevur verið fyri skúlastýrislimir, har Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður hevur varpað ljós á tað týdningarmikla arbeiði, sum skúlastýrini hava bæði við atliti at læring, menningartilgongdum og trivnaði. Eisini skipaði hann fyri drúgvari umrøðu av atferðarreglur skúlans, serliga við atliti at fartelefonnýtslu.
Orðaskifitið vísti, at hugsanirnar eru ymiskar og fata alt frá forboði til at viðurkenna fartelefonina sum eitt amboð í dagsins samfelagi, sum næmingarnir skulu megna at taka støðu til og nýta skynsamt. Nomið varð við ymisk viðurskifti, næmingar, sum hava serligar avbjóðingar og talgilt órógv í fríløtum m.a. matarsteðgi. Samumtikið var niðurstøðan, at fartelefonin ikki skal órógva undirvísingina og felagsskapin í skúladegnum.
Tóra Petersen, sálarfrøðingur og trivnaðarráðgevi í fólkaskúlanum, hevði fyrilestur um um, hví vit eiga at vera saman um skúlan, har hon vísti á sambond og samspæl millum skipanirnar í lívinum hjá barninum. Týdningurin, ið skúlastýrini hava og teirra arbeiði at verða ein hollur samstarvspartur hjá skúlunum at skapa mennandi karmar fyri trivnaði og foreldra- og næmingaávirkan.
Eisini vórðu arbeiðsøkini hjá skúlastýrunum umrødd, umframt at luttakararnir fingu tilfar um regluverk og skriv við vegleiðing í sambandi við at endurskoða atferðarreglurnar við atliti at fartelefonnýtslu og mennandi samskifti. Í skrivinum er eisini tíðarfreist fyri, nær atferðarreglurnar skulu veraa endurskoðaðar.
Røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her.
##med2##
##med3##