Ráðstevna um virðisvøkstur í fiskivinnuni

Við á ráðstevnuni á Hotel Føroyum verða eitt nú tveir gestarøðarar við drúgvum royndum innan virðisvøkstur í okkara grannalondum.

- Landsstýrið hevur sett sær fyri at tryggja størri virðisvøkstur í fiskivinnuni við at eggja vinnuni at nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið. Sum liður í hesi tilgongd verður skipað fyri ráðstevnu um virðisvøkstur í fiskivinnuni, sum verður á Hotel Føroyum hin 8. juni frá klokkan 09 til 15.

 

Tað siga tey í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum.

 

Við á ráðstevnuni verða tveir gestarøðarar við drúgvum royndum innan virðisvøkstur.

 

- Annar er Margareth Kjerstad úr Noregi, sum er granskingarleiðari á C Food Norway - einari fyritøku, sum framleiðir hágóðskuvørur burturúr hjávørum, so eitt nú høvdum, beini og innvølum. Hin er Sæmundur Elíasson úr Íslandi. Hann er verkætlanarleiðari á Matís.

 

Í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum vísa tey á, at Matís er alment partafelag, sum eitt nú hevur til endamáls at virka fyri nýskapan og virðisvøkstri í íslendskari matframleiðslu, sum á henda hátt kann styrkja kappingarførleikan hjá íslendskum útflytarum.

 

Umframt framløgur úr okkara grannalondum, verða eisini fýra framløgur úr føroysku fiskivinnuni. 

 

Gunvør Balle fer at hava framløgu um eina royndarverkætlan at góðska avlopsvøru úr fiski- og alivinnuni. Eirikur á Húsamørk fer at greiða frá møguleikum at gagnnýta størri part av fiskinum. Unn Laksá fer at leggja fram sjónarmið hjá føroyskum framleiðarum um virðisøking av uppsjóvartilfeinginum.

 

Seinast fer Elisabeth F. Rasmussen at hava framløgu um marknaðarstøðu, handilssáttmálar og marknaðaratgongd.

 

Landsstýrismaðurin í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum fer eisini at luttaka á ráðstevnuni, har hann eitt nú fer at leggja fram síni sjónarmið um evnið. Umframt útlendskar og føroyskar framløgur, verður eisini umrøða og orðaskifti á skránni.