Ragnhild Mørkøre havt sín síðsta starvsdag

Í nógv ár hevur hon myndað móttøkuna og fyrisitingina, fyrst í Hósvíkar kommunu, og síðani í samanløgdu Sunda kommunu, skrivaði sunda.fo herfyri.

Heili 35 ár hevur Ragnhild starvast hjá kommununi. Aftaná drúgva tænastu øll hesi árini, hevur Ragnhild valt at gevast í starvi vegnað aldur. Í hesum sambandi var fráfaringarløta. Borgarstjórin, starvsfelagar og familja fingu høvið at siga nøkur orð.

 

Øll vóru á einum máli um, at Ragnhild hevur verið arbeiðssom, álítandi, fyrikomandi, hjálpsom og ein alfrøðibók innan fyrisiting. Umframt hesi var listin langur yvir jalig lýsingarorð um okkara góða starvsfelaga. Eingin ivi er um, at tað verður stórur saknur í Ragnhild á kommunukontórinum í Sunda kommunu.

 

Vit ynskja Ragnhild og familjuni alt tað besta í komandi tíðum, skrivaði sunda.fo herfyri, og har eru eisini fleiri myndir frá løtuni at síggja.