Í dag hevur okkara starvsfelagi, Andrass, 30 ára starvsdag. Tá hann byrjaði at arbeiða hjá Hjálpirót, hin 20. apríl í 1995, var ætlanin, at hetta bert skuldi vera eitt fyribils starv fram til oktober mánað sama ár.
Men, tíbetur gjørdist hetta øðrvísið enn ætlað, og sigast kann, at Andrass við tíðini hevur “fest røtur” her hjá okkum.
Andrass er ein “alt-mulig-mand” og dugir mest sum alt, hann setir sær fyri - ella fer í holt við. Hann er skjótur at koma við loysnum, tá onkur uppgáva tykist torført at koma á mál við.
Hansara arbeiðsuppgávur hava verið ógvuliga nógvar og fjølbroyttar gjøgnum árini. Andrass hevur lagt flísar, lagað garðar, gjørt stoypiarbeiði og kloakkarbeiði; hann hevur bygt terassur og hevur gjørt mangt ymiskt timburarbeiði.
Eisini hevur hann gjørt nógvar grasplenur og eigur túsundtals tímar við sláimaskinuni á kontoini. Felags fyri allar arbeiðsuppgávurnar er, at Andrass gongur høgt uppí at gera arbeiðið ordiligt, og at endaliga úrslitið er gott.
Nevnast kann eisini, at hann hevur brúkt óteljandi arbeiðstímar í lastbilinum og í teimum ymisku maskinunum og gravimaskinunum. Eisini her kemur hann ógvuliga væl frá arbeiðnum - við einum framúr góðum úrsliti.
Andrass dugir alt sum hevur við maskinur og motorar at gera, og tí er tað altíð Andrass, vit spyrja um hjálp, tá tað er okkurt amboð, vit ikki duga at brúka - ella okkurt er óvirkið.
Tað eru óteljandi amboð, sum hann hevur reparerað, tá vit hava brotið tey. Hóast vit nú eru farin yvir til at brúka meira el-amboð, fáa vit hann eisini at hjálpa okkum við hesum, tá brúk er fyri tí.
Andrass hevur sum eingin annar lagt lív og sál í sítt arbeiði, felagið, bygningin og starvsfelagarnar.
##med2##
Hann hevur m.a. staðið fyri arbeiðnum at byggja nýggja bygningin hjá Hjálpirót, og tá tað hevur verið neyðugt at bygt um - ella okkurt skuldi broytast í bygninginum - er hann farin í gongd við arbeiðið, áðrenn vit onnur hava vent okkum.
Harumframt hava vit eisini fingið góða ráðgeving og/ ella hjálp, tá vit privat hava havt ymisk ting, sum skulu ornast - alt frá húsabygging og ístandseting úti og inni, og til bilarnar hjá okkum.
Andrass er eisini sera sosialur og dámar ógvuliga væl at samla okkum starvsfólk. Hann hevur skipað fyri alskins upplivingum, útferðum og veitslum. Hann planleggur, keypir inn, ger okkurt gott at eta og skipar fyri spølum ella undirhaldi.
Eisini er hann skjótur í vendingini og kemur við nógvum undirhaldandi og speiskum krønikum gjøgnum vanliga arbeiðsdagin.
Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við 30 ára starvsdegnum og gleða okkum til nógv góð ár aftrat.
##med3##