Drukkin førari rýmdi frá ferðsluóhappi

Løgreglan fekk fatur á bilføraranum, sum nú er skuldsettur

Klokkan 4 í morgun fell løgreglan fráboðan um, at ein bilur var ákoyrdur, og at tann, sum koyrdi á, rýmdi av staðnum.

– Vit fingu lýsing av bili og bilførar eins og nummarplátuna. Og tað eydnaðist okkum at fáa fatur á bilføraranum, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Illgruni var um, at hann var ávirkaður, og tí varp blóðroynd tikin. Bilførarin hevði heldur ikki koyrikort, so hann fær tvær skuldsetingar burturúr hesum.

Løgerglan sigur, at nógv ungfólk vóru í býnum í nátt, men tað gekk friðarliga fyri seg. 

Og har var heldur einki »offentligt forlystelse«, so sum dansur og livandi tónleikur, sum ikki er loyvt páskadag.