Rakul tapti og Pernille vann stórsigur í donsku steypakappingini

Ringkøbing og Keypmannahavn spældu áttandapartsfinalur í steypakappingini í dag

Tveir føroyskir landsliðsleikarar vóru í leiki í donsku steypakappingini í hondbólti hjá kvinnum í dag. Talan var um áttandapartsfinalur.

 

Landsliðsmálverjin, Rakul S. Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing taptu á heimavølli 29-34 fyri toppliðnum, Odense. Í steðginum var Odense á odda 16-14,

 

Rakul bjargaði níggju av 38 málroyndum, harímillum eitt brotskast.

 

Landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg skoraði fimm mál, tá hon og liðfelagarnir í Keypmannahavn á útivølli vunnu stórsigur 40-17 á JAI Aarhus úr triðbestu deildini. Í steðginum var Keypmannahavn á odda 21-6.

 

Í komandi viku skulu liðini spæla fyrstu dystirnar í bestu deildini hetta kappingarárið. Ringkøbing hevur mikukvøldið klokkan 18 heimadyst móti Nykøbing Falster. Keypmannahavn hevur heimadyst móti liðnum hjá Mariu P. Nólsoy, Horsens komandi leygardag klokkan 14.