Rasmus Son Mørkøre er føddur í Vietnam í 2001. Hann varð ættleiddur, tá hann var 10 mánaðir og búði í Keypmannahavn fyrstu tíðina, men í 2003 flutti hann við foreldrunum til Føroya. Í 2006 flutti familjan í heimið í Hoyvík, har hann hevur búleikast og býr enn.
Rasmus lesur International Management (Corporate Finance) online við IU Internationale Hochschule í Týsklandi. Umframt hetta arbeiðir hann fulla tíð hjá Føroya Tele. Rasmus gjørdist liðugur á búskaparbreytini á Glasir í 2021. Royndir við egnum virki eru eisini í nærmastu framtíð.
Spurdur, hví hann stillar upp, svarar Rasmus:
- Eg stilli upp, tí eg havi sera stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, serliga tí vanliga borgaranum, framleiðslu og fíggjarheiminum. Vit hava nógv góð umboð, men eg haldi tað er týdningarmikið, at allir samfelagsbólkar eru umboðaðir, eisini vit ungu.
Og hjartamálini eru:
- At lætta um dagligdagin hjá tí vanliga borgaranum, nú inflatión er
- Lætta skattabyrðuna hjá ávísum bólkum
- Vinnan skal hava støðug og góð kor at virka undir
- Haldbaran umhvørvispolitikk
Listin er langur, so meir kemur seinni