Ríkisfelagsskapurin er verdur at verja

Góðu føroyingar!

 

Heilsuverkið er eitt týðandi grundarlag undir vælferðini í Føroyum - eitt heilsuverk, sum regluliga er undir stórum trýsti.

 

Hvørt ár hava hópin av sjúklingum tørv á serviðgerð í Danmark, tí vit ikki hava neyðuga serkunnleikan og tøknina í Føroyum. Tískil er tað týdningarmikið hjá okkum at hava tætt samstarv millum føroyska og danska heilsuverkið, har vit gagnnýta teir stórrakstrar fyrimunir, ið eru í ríkisfelagsskapinum.

 

Men ímyndið tykkum, um tað ikki var tætt samstarv millum heilsuverkini. Ímyndið tykkum, um vit ikki høvdu ein ríkisfelagsskap, sum var garantur fyri hesum tætta samstarvi, ið varðar av teimum, sum eru rakt av sjúku.

 

Eg vil ikki ímynda mær slíka støðu, har tryggleikin hjá føroyskum sjúklingum verður settur til viks fyri at nøkta ideologiskt sjálvsøkni. Og tí vil eg virka fyri einum tættari samstarvi millum Føroyar og Danmark. Eg vil virka fyri, at eingir føroyingar detta niðurímillum ta donsku skipanina, men verða loftaðir - bæði í Føroyum og í Danmark.

 

Vit eru øll góð við føroyska heilsuverkið og vit eru eisini vælvitandi um, at nógv kann gerast nógv betri. Men tað tykist mær vera eyðsæð, at vit ikki uttan samstarv megna at lyfta hesa byrðuna.

 

Tað hevur t.d. enn ikki eydnast okkum at stovna ein rehabiliteringsdepil ella hospice - hetta arbeiðið skal og má halda fram!

 

Men inntil ta tíð, so er av týdningi, at føroyskir sjúklingar hava neyðugu tilboðini og eru tryggjaðir.

 

Hesum røkka vit best í samstarvi við Danmark og tískil vil eg virka fyri, um eg verði vald á Fólkating, at samstarvið í ríkisfelagsskapinum verður styrkt, og at heilsuverkið verður tryggjað.

 

Ríkisfelagsskapurin er verdur at verja, og hesum er Sambandsflokkurin garantur fyri.

 

X við lista B

 

Petrina Berg á Lag,

 

valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið