Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing eru nú á áttanda plássinum í bestu donsku hondbóltsdeildini, ið gevur rættin at kappast í ovara endaspælinum.
Ringkøbing vann í kvøld á heimavølli Green Sports Arena 31-29 á Aarhus. Í steðginum var Ringkøbing á odda 17-13.
Tíverri vardi kappingarneytin hjá Rakul, Stephanie Andersen málið allan dystin, undantikið við eitt brotskast.
Fyrr í vikuni longdi Ringkøbing sáttmálan við Rakul fram til 2027.
Skanderborg uttan Súnu K. Hansen, ið er uttanfyri við skaða tapti á heimavølli 34-36 (20-21) fyri Ikast-Herning.
Í annaðkvøld klokkan 18 taka Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn móti Anniku F. Petersen, Lív S. Poulsen og liðfeløgunum í EH Aalborg.
Sum støðan vísir, so er tað sera tætt í kapprenningini um áttanda plássið í deildini:
Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
---|---|---|---|
1 | Odense | 23 | 46 |
2 | Team Esbjerg | 23 | 40 |
3 | Ikast-Herning | 23 | 40 |
4 | Nykøbing Falster | 23 | 29 |
5 | Viborg | 23 | 28 |
6 | Keypmannahavn | 22 | 26 |
7 | Sønderjyske | 23 | 23 |
8 | Ringkøbing | 23 | 14 |
9 | Silkeborg-Voel | 23 | 14 |
10 | Bjerringbro | 22 | 13 |
11 | Horsens | 22 | 13 |
12 | Aarhus | 23 | 12 |
13 | EH Aalborg | 22 | 10 |
14 | Skanderborg | 23 | 10 |