Rørsla er týdningarmikil partur av heilsugóðum lívi 

- At spæla halda børnini sum oftast verða stuttligt, og serliga hugaligt er tað, tá tey vaksnu eru við.

 

- Børn eiga, eins og vaksin, at røra seg dagliga. At røra seg er ein týdningarmikil partur av einum heilsugóðum lívi hjá børnum og vaksnum.

 

Tað siga tey í Gigni, sum veitir heilsutænastur til børn og ung.

 

Tey vísa eisini til danska heilsustýrið, sum mælir til, at børn røra seg í minsta lagi ein tíma 60 um dagin, og tá skal rørslan vera við miðal ella høgari styrki.

 

- Í minsta lagi tríggjar ferðir um vikuna eigur rørslan at vera við høgari styrki í minsta lagi ein hálvan tíma í senn -  fyri at økja um konditión og vøddastyrki. 

 

Og møguleikarnir eru nógvir, vísa tey í Gigni á. 

 

- Hetta kann eitt nú verða við at fara ein túr í náttúruna - ella við rørsluspølum. At spæla halda børnini sum oftast verða stuttligt, og serliga hugaligt er tað, tá tey vaksnu eru við.

 

Ymisk rørsla mennir barnið, bæði tá ræður um vøddar og styrki í liðum - og er eisini mennandi fyri javnvág, samskipan og samanspæl.

 

- Rørsla er eisini góð fyri likamligu og sosialu menningina. 

 

Víst verður á, at børn einamest røra seg við at spæla, og tað er eisini týdningarmikið, at rørsla í mestan mun kennist sum eitt spæl fyri barnið.

 

- Tað er týdningarmikið, at barnið kann hava tað stuttligt, meðan tað rørir seg og, tí eru ymisk rørsluspøl væl hóskandi til at fáa børn at røra seg í gerandisdegnum.

 

Tað er eisini gott, um familjan er virkin saman, eitt nú við at fara í svimjihøllina ella við at ganga túrar.

 

- At fara út í føroysku náttúruna er í sær sjálvum stimbrandi. Tað ber til at hoppa frá steini til stein, vassa í áum og at ganga í haga, har bæði mosi, grót og annað lendi er.  

 

Í Gigni fegnast tey um, at nógv skúlabørn ganga til skótar ella skipaðan ítrótt, eitt nú fótbólt, hondbólt, flogbólt, fimleik, svimjing og judo.