Tað var eingin roykur og eingin grind, men ein tekniskur feilur, sum gjørdi, at brandávaringarskipanin hjá Balslevs Timburhandli í Hoyvík fór í gongd í gjár, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.
Tað var um 10 tíðina gjáramorgunin, at brandávaringin fór í gongd, og tá verður sløkkilið automatiskt sent á staðið.
Men tíbetur var eingin eldur.
Í Suðuroy fekk løgreglan fráboðan um, at onkurhevði stolið ein skutara. Hann varð funnin aftur við omankoyringina til Porkeri, har onkur hevði tveitt hann frá sær.