Hesum boðar landstýrismaðurin á økinum, Bjarni Kárason Petersen, frá á Facebook í dag.
Har leggur hann eina mynd av sær út uttan fyri Rúsuna í Miðlon og skrivar soleiðis:
»Klokkan er 13:59, og um ein minutt rullar portrið aftan fyri meg niður og smekkar í gólvið, eins og tað hevur gjørt mangan ein leygardag.
Tað er nokk komið fyri meira enn einaferð, at mann ikki ordiliga hevur fingið upp í lag at keypt inn til veitsluna, døgurðan ella gávuna, tí at tíðin gjørdist ov knøpp.
Men nú verður tað eitt lítið sindur lættari.
Eg havi heitt á Rúsdrekkasølu Landsins um kanna møguleikan fyri at leingja upplatingartíðirnar leygardagar á søludeildini í Miðlon. Tí fegnist eg um, at deildin í Miðlon frá 31. mai og framyvir fer at hava opið til kl. 16.
Hetta fer heilt sikkurt at betra um tænastuna, og tað verður eitt lítið sindur lættari at leggja leygardagin - og ikki minst leygarkvøldið - til rættis.
Gott vikuskifti«