Liðið hjá Hanusi Sørensen, NK Celje spældi í dag týðandi dyst á heimavølli í bestu slovensku fótbóltsdeildini.
Vitjandi liðið, Koper var undan dystinum á triðja plássinum bert tvey stig frammanfyri Celje.
Tá 37 minuttir vóru leiktir var Celje á odda 2-0, men við einum máli beint undan steðginum, og tveimum málum aftaná steðgin vendi Koper øllum og vann dystin 3-2.
Hanus kom á vøllin fyri Celje í 67. minutti. Tá var støðan 3-2 til Koper.
Nú bert tvey umfør eru eftir at leika er Celje nummar fýra í deildini við 57 stigum. Koper hevur 62 stig á triðja plássinum, so nú sær svart út hjá Celje at vinna heiðursmerki í deildini.
Komandi mikukvøld klokkan 19 kann Celje tó bjarga kappingarárinum. Tá spæla teir steypafinalu móti júst Koper. Steypafinalan verður leikt á Stadion Stožice leikvøllinum í Ljubljana.