Russiskar rakettir raktu Kharkiv

Myndugleikarnir eru í holt  við at kanna, hvørjar skaðar rakettirnar hava elvt til í økinum.

Í gjárkvøldið vistu útlendskar tíðindamiðlar at siga, at í minsta lagi seks russiskar rakettir í gjár raktu næst størsta bý í Ukraina, Kharkiv.

 

Kelda til tíðindini er guvernørurin í Kharkiv-regiónini, Oleh Synjehubov, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.

 

Myndugleikarnir eru í holt  við at kanna, hvørjar skaðar rakettirnar hava elvt til í økinum.

 

Fyribils upplýsingar benda á, at tað vóru rakettir av slagnum, S-300, sum raktu Kharkiv, og guvernørurin sigur,  at rakettirnar vórðu skotnar úr russiska  Belgorod-økinum. 

 

Kharkiv liggur nær russiska markinum, og býurin Belgorod liggur lutfalsliga stutt norðanfyri markið millum Ukraina og Russland.

 

##med2##

 

Kharkiv er næst størsti býur í Ukraina, og býurin liggur nær markinum til Russlands.