Russiskir miðlar: Sokolov er á lívi

Video-brot, sum russiska verjumálaráðið hevur lagt út, skal vísa Viktor Sokolov á einum fundi í russiska høvuðsstaðnum, Moskva.

Russiskir miðar hava í dag víst eitt videobrot, sum skal prógva, at kommandørurin fyri svartahavsflotanum, Viktor Sokolov, er á lívi.

 

Í Ukraina hevur verið hildið uppá, at ovastin læt lív, tá ukrainskar rakettir seinasta fríggjadag raktu høvuðsstøðina hjá svartahavsflotanum í Sevastopol.

 

Sevastopol er havnarbýur á Krim-hálvoynni, og tað er her, at russiski svartahavsflotin hevur sína støð.

 

Video-brotið, sum russiska verjumálaráðið hevur lagt út, skal vísa Viktor Sokolov, sum luttekur á einum fundi í russiska høvuðsstaðnum, Moskva.

 

Ein av keldunum til video-brotið er statsriknað russiska tíðindastovan, Ria.

 

Tað var seinasta fríggjadag, at Ukraina framdi eitt væleydnað álop á høvuðsstøðina hjá svartahavsflotanum, har fleiri fólk lótu lív, og onnur vórðu løstað.

 

Tíðindini um, at kommandørurin, Viktor Sokolov, læt lív í álopinum, eru ikki váttað av óheftum keldum.

 

Tað var annars í 2014, at Russland tók Krim-hálvoynna frá Ukraina, men Ukraina hevur sagt, at landið vil hava oynna aftur.