Russiskt farmaskip søkkur eftir spreinging

Russiska farmaskipið "Ursa Major" er sokkið í Miðjarðarhavinum eftir eina spreinging í maskinrúminum.

Ursa Major sæst her undir brúnni um Bosporussundið í Istanbul í Turkalandi

Tað boðar russiska uttanríkisráðið frá, sambært Reuters, í dag.

Meginparturin av manningini uppá 16 fólk er bjargaður, leggur fráboðanin afturat. Tveir eru saknaðir.

Teir bjargaðu av manningini eru fluttir til Spania, upplýsir russiska uttanríkisráðið.

Sambært heimasíðuni Vesselfinder er "Ursa Major" eitt 142 metrar langt farmaskip bygt í 2009.

Skipið var seinast í havn í Sankta Pætursborg í Russlandi 11. desember. Tað skuldi eftir ætlan koma til Vladivostok 22. januar.

Vladivostok er størsti havnarbýur í Russlandi við Kyrrahavið. Hann er umleið 45 kilometrar frá markinum til Kina og umleið 130 kilometrar frá markinum til Norðurkorea.

 

##med2##

 

/Ritzau/

 

Ursa Major sæst her undir brúnni um Bosporussundið í Istanbul í Turkalandi

Her á leiðini í Miðjarahavinum millum Spania og Algir sakk russiska farmaskipið