Uttanríkisráðharrin í Estlandi, Margus Tsahkna

Russiskt jagaraflogfar yvir Estlandi

- Hetta er sera álvarsligt, sigur Margus Tsahkna, uttanríkisráðharri í Estlandi, sum er Nato-land

Uttanríkisráðharrin í Estlandi, Margus Tsahkna

Í morgun veit Reuters at siga, at Russland hevur sent eitt jagaraflogfar inn í loftrúmið hjá Estlandi.

 

Sagt verður, at hetta hendi, eftir at Estland royndi at taka eitt russiskt "skuggaskip", sum tey rópa tað.

 

Tað er uttanríkisráðharrin í Estlandi, Margus Tsahkna, sum sigur hetta sambært Reuters.

 

Við hesi atgerð hevur Russland gjørt seg inn á loftrúmið hjá Nato-landi í umleið ein minutt, sigur uttanríkisráðharrin.

 

- Hetta er sera álvarsligt, leggur Margus Tsahkna aftrat.

 

Tað var í vikuni, at sjóverjan í Estlandi royndi at taka eitt russiskt tangaskip í Eystursjónum, men skipið vildi ikki akta boðini.   

 

Skipið varð tí fylgt í russiska havn ístaðin, sigur sjóverjan í Estlandi.

 

- Tangaskipið, sum talan er um, er fevnt at bretskum revsitiltøkum, tí tað verður mett at sigla undir følskum flaggi, veit Reuters at siga.

 

 

 

 

 

Uttanríkisráðharrin í Estlandi, Margus Tsahkna