Russiska síðan væntar ikki nakað "undurfult gjøgnumbrot" í komandi samráðingunum millum Russland og Ukraina.
Tað sigur Dmitrij Peskov, talsmaður fyri Kreml, sambært tíðindastovuni AFP.
Eitt nýtt umfar av friðarsamráðingum millum londini verður eftir ætlan í Turkalandi í morgin, sambært forsetanum í Ukraina, Volodymyr Zelensky.
Russiska síðan megnar heldur ikki at geva nakran tíðarkarm fyri, nær ein møgulig friðaravtala kundi verið gjørd, skrivar Reuters.
Higartil hava tvey samráðingarumfør verið millum londini í Istanbul í Turkalandi. Bæði umførini hava tó verið uttan úrslit.
Í gjár staðfesti Peskov, at Russland hevur áhuga í einum triðja umfari av samráðingunum millum Ukraina og Russland um at enda kríggið.
/Ritzau/