Ruth Vang má vakna - fráflytingin er byrjað

Hvat bagir sitandi samgongu, og hvat bagir serliga Framsókn, sum í Poul'sa tíð hevði spjaldramerkið at vera ein liberalur flokkur?

 

Hví vil mann ikki geva teimum, sum starvast uttanlands, frið og góðar karmar, so tey framhaldandi verða eitt aktivt fíggjarligt íkast til landskassan og kommunukassarnar?

Tað er undrunarvert, at Framsókn, við Ruth Vang á odda sum landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, gongur á odda fyri at reka føroyingar, sum arbeiða uttanlands, av landinum við sínum familjum. Hetta verður endin fyri mong, um politikkurin heldur fram við hetta lag.  

 

Við nýggjastu tiltøkunum hjá samgonguni at broyta frádráttir og skattareglur fyri føroyingar, sum arbeiða uttanlands, merkir tað, at hesir skulu gjalda munandi meira í skatti í Føroyum, enn um teir t.d. búgva í Noregi ella Danmark.  

 

Eg havi sæð roknistykkir fyri einstaklingar, sum skulu gjalda millum 7.000 og 10.000 kr. meira um mánaðin í skatti. Hetta verður steinur omaná byrðu hjá nógvum, og harafturat norska krónan sera lág, og lønin er minkað munandi seinastu árini orsakað av kursmuninum millum NOK og DKK.

Vit eru á vandakós

Hesir menn og kvinnur, sum hava funnið sær vinnuveg uttanlands og føra valuta heim til Føroya, eru sera týdningarmikil fyri okkum sum samfelag. Vit hava ikki ráð at missa tey. Hetta eru dugnalig sjófólk, bæði við fiski- og offshore-skipum, maskinfólk, elektrikarar, handverkarar av ymsum slag o.a., sum draga inntøkur til Føroyar.  

 

Vit tosa um hundraðtals føroyingar, sum arbeiða uttanlands og hvønn mánaða føra nógvan valuta heim til Føroya at brúka her.  

 

Tey hava góðar arbeiðsumstøður, góðar karmar sum heild og frítíðarmøguleikar, og kunnu arbeiða heima, tá hugur er til tess. Vit skulu ikki styggja fólk og familjur av landinum, men heldur eggja teimum til at verða verandi knýtt til Føroyar.

 

Síðan 2014 hevur verið ein sera góð gongd við fólkatilflyting, sum hevur gagnað øllum vinnugreinum, og vinnan stendur í blóma. Hetta er m.a. eisini tí, at vit hava gjørt tað møguligt fyri útlendska arbeiðsmegi at koma til Føroya. Serliga innan tænastuvinnuna, hotel- og matstovuvinnuna hava millum 2.000 og 2.500 útlendingar bidrigið til føroyska búskapin. Hetta er ein týðandi íkast til landskassan og kommunukassarnar, og tað skulu vit vera takksom fyri.

 

Hvat hava vit at bjóða teimum, sum koma heim?  

Hava vit nóg nógv størv til tey, sum Vinnuhúsið vil hava til Føroyar at arbeiða?

Avbjóðar arbeiðið teirra fakligu førleikar (High Skill)?

Er lønin nóg góð í mun til útlondini? 

 

Svarið er nei. Í Norra eru teirra løn, saman við feriu og øðrum fyrimunum, væl betur enn í Føroyum.  

 

Harafturat kann nevnast, at okkara fiskileiðir eru undir trýsti. Barentshavsflotin er undir trýsti. Heimaleiðir eru ikki burðardyggar, og pelagiska vinnan hevur minkandi kvotur.

Offshore-reiðaríini í Føroyum hava neyvan sama inntøkumøguleika sum norsku reiðaríini.  

 

Handverkarar og onnur starvsfólk hava eisini betri arbeiðs- og inntøkumøguleikar í Norra enn heima.

Sum stein oman á byrðuna, so leggur landsstýrið allar møguligar forðingar í vegin fyri, at útisiglarar kunnu fáa afturrinda heilsutrygdargjald.

 

Støðan er álvarslig 

Eg vil heita á samgonguna og Ruth Vang um at lata hesi fólk fáa frið at virka har, tey eru, við teimum skattligu fyrimunum, tey hava havt í eini 30 ár.

Lat okkum seta hesar skattligu frádráttir í verk aftur, tí sum gongdin er nú, so tapir landskassin og kommunukassarnir inntøkur við stórari fráflyting av skattgjaldarum, í mun til útgangsstøðið við frádráttunum.

Avtøkan av skattafrádráttum í 2024 rakar longu nú hart kring alt landið, og serliga í smærru økjunum, t.e. bygdir, býir, einstaklingar, familjur, kommunukassar - og eisini landskassan.

 

Johan Dahl

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin