Vit skulu raðfesta eina sálarfrøðiliga skaðastovu.
Tað hevur verið arbeitt við at gera eina sálarfrøðiliga skaðastovu í langa tíð, men enn er ikki komið á mál. Tað er tí alneyðugt, at arbeiðið heldur fram hjá komandi landsstýri.
Tá vit nú hava ókeypis sálarfrøðihjálp, sum vit settu ígongd í 2020, neyðtøkutilbúgving við sálarfrøðihjálp 2022 og ætlandi eina sálarfrøðiliga skaðastovu í 2023, tá eru vit veruliga komin eitt stig longri á leiðini við sálarbót og sálarheilsu.
Hendan hjálp skal veitast akutt her og nú, hettar er eitt av mínum hjartamálum.
Kaj Leo Holm Johannesen,
valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið