Sámal Ravnsfjall á Voxbotn

Á trappuni hjá Lenu, Medistari í Karry, Húsabrekkublues, 1001 nátt... Vágasoundið er serligt! Og tað mugu vit sjálvsagt hava við á OY Voxbotn 2023.

Sámal Ravnsfjall er ein legenda innan føroyskan tónleik. Hann hevur í nógv áratíggju verið virkin sum tónleikari og munnu flestu føroyingar duga at syngja við til fleiri av hansara løgum.

 

Vágamaðurin er í toppformi og verður hetta ein syngið við løta, har vit sleppa at njóta gott guitarspæl, sterka rødd og góðan tekst, alt í einum.

 

Fólkatónleikarin, ið hevur skrivað sangir og løg sum eru vorðin fólkaogn, fer uttan iva at ríka okkum um løtuna, bæði við rokki, folkatónleiki og blues. Tað verður gott!

 

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP, Faustix, Marius, Lamin, Artigeardit, Maggie Reilly, Eyðun og Terji,  Lena Anderssen, Saveus, Superloader, Fríði Sigmundsson, Reiley, Herborg Torkilsdóttir, Danny og Ingi og Marius DC koma á OY Voxbotn 2023, so skráin er bæði breið, stór og spennandi, skrivar Voxbotn í tíðindaskrivi.