Sambandsflokkurin vil hava besta figgingarleist til Suðuroyartunnilin

Í Føroyum hevur leingi verið arbeitt uppá at binda allar oyggjarnar saman við góðum undirstøðukervi.

Tíðindaskriv frá Sambandsflokkinum:

 

Í dag heldur Sambandsflokkurin landsfund í Suðuroy, har tað í nógv ár hevur verið eitt ynski – og ein ætlan – um at knýta Suðuroynna uppí restina av Føroyum við einum tunli.

 

“Sambandsflokkurin vil knýta Suðuroynna saman við restini av Føroyum og tryggja støðugt ferðasamband við einum tunli. Hendan íløgan í undirstøðukervið má gerast, tí tað er ein neyðug íløga fyri Føroyar”, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

 

Sambandsflokkurin skjýtur í hesum sambandi upp, at Suðuroyartunnilin verður fíggjaður umvegis eitt statslán úr Danmark fyri at tryggja bestu rentuna, og harvið verður tunnilin bíligari.

 

Eitt annað evni á landsfundinum er trygdarpolitiska støðan. Heimsskipanin, sum vit kenna hana, er undir trýsti, og tí heldur Sambandsflokkurin, at tað er umráðandi, at vit í Ríkisfelagsskapinum standa saman. Sambandsflokkurin vil gagnnýta tað trygdarnetið og teir stórrakstrar fyrimunirnar, ið eru í Ríkisfelagsskapinum. Tó, er tørvur á at tryggja, at allar uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiskar avgerðir, ið ávirka Føroyar, skulu avgerast í Føroya Løgtingi.

 

“Saman eru vit sterkari, og tað ger seg serliga galdandi í hesum broytingartíðum. Vit vilja varðveita Ríkisfelagsskapin og gera hann tíðarhóskandi, men vit hava tørv á at formalisera og víðka um sjálvsavgerðarættin hjá Føroyum, soleiðis at tað eru føroyingar, ið ráða yvir tí, ið fer fram á føroyska matrikklinum”, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

 

 

Sambandsflokkurin