Samdrigið og regn men í løtum turt

Týsdagur 24. desember 2024 - jólaaftan.Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi, skrivað kl 09:00 UTC

 

Veðrið frá Veðustovu Føroya:

 

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, seinnapartin gongur hann upp og veksur upp í frískan vind upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. 

Í kvøld veksur hann víðari upp í strúk í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Samdrigið og regn, men í støðum løtur við meira turrum veðri. 

Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi, sum frá líður sunnan. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin millum 5 og 10 stig.

##med2##

 

##med3##