Samtykt: Nú kann landsstýrismaðurin steingja barrir

Samgongulimirnir hava broytt meining um heimildina, sum loyvir landsstýrismanninum í vinnumálum at steingja skeinkistøð og matstovur, og nú er uppskotið samtykt

Løgtingið hevur fyri løtu síðani samtykt uppskotið um at geva landsstýrismanninum heimild til at steingja eitt nú skeinkistøð og at avmarka talið á gestum. Endamálið er at forða fyri, at koronasmittan breiðir seg á støðum, har nógv fólk savnast.

15 vóru fyri, og 13 vóru ímóti í triðju viðgerð.

Tá ið málið var til umrøðu, var tað næstan eingin í Løgtinginum, sum tók undir við tí. Heldur ikki í samgonguni var undirtøka fyri tí, men nú hava samgongulimirnir broytt meining, aftaná tað er blivið viðgjørt í Vinnunevndini. 

Uppskotið fekk harða mótstøðu frá andstøðuni til 2. og 3. viðgerð í dag. Andstøðutinglimir settu millum annað spurnartekin við, hví tað er neyðugt at fokusera so nógv upp á júst skeinkistøð í staðin fyri onnur øki, har smittuvandi eisini er.

– Hetta fer bara at merkja, at tey fólkini, sum annars høvdu verið úti á matstovu ella barr, fara heim privat. Halda fólk, at tað er minni smittuspjaðing har? Neyvan. Hetta gevur ikki meining, segði Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, skilti ikki, hví samgongan hevði broytt støðu um uppskotið. 

– Síðst vit viðgjørdu hetta stóðu samgongulimir í kø fyri at tala at hesum uppskotinum. Nú hava tey broytt meining, segði Henrik Old.

Samgongulimir vístu á, at uppskotið er rætta loysnin, og Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum var ein teirra.

– Hetta er ein serlóg, sum eingin hopar, at vit fáa brúk fyri. Eg haldi, tað rættvísger hesa lógina í sær sjálvum. Hetta er tað rætta og skilabesta at gera, segði hann.

Heimildin er ikki bara til at lata skeinkistøð aftur, men hon fevnir um allar støður, har nógv fólk savnast, sum eitt nú til fótbóltsdystir og skrúðgongur. Hetta verður galdandi til 31. august.

Verða skeinkistøðini stongd áðrenn klokkan tvey um náttina, ella verður talið á gestum avmarkað, kunnu skeinkistøðini fáa endurgjald úr landskassanum. Hetta verður latið eftir somu treytum, sum ferðavinnufyritøkur fáa í hjálparpakkanum.

Hetta var síðsta málið í hesi tingsetuni, og løgtingið er nú farið í summarfrí. Tingið kemur ikki saman aftur, fyrr enn á ólavsøku, uttan so at okkurt óvæntað kemur fyri.