Tað eydnaðist tíverri ikki føroyska U18-manslandsliðnum í sandflogbólti at vinna dystin um triðja plássið í undankappingini í Andorra.
Í bronsudystinum taptu Jóhan Kass Henriksen og Óli Kluftá Hvítklett 0-2 fyri Arnarssyni og Baldvinssyni úr Íslandi. Tað reið um snarið í seinna settinum, ið var sera javnt og spennandi.
Settmunurin var 13-21 og 21-23.
Jóhan og Óli gjørdust nummar fýra av sjey liðum í kappingini.