Sanjay Shah fongslaður í máli um vinningsbýtiskatt

53 ára gamal bretskur ríkisborgari sendur aftur í Vestre Fængsel eftir rættarfund í Glostrup.

Rættartekning av ákærda Sanjay Shah í rættinum í Glostrup í dag. Hann vildi ikki svara spurningum frá dómaranum. (Foto: Retstegning Jesper Andkjær/Ritzau Scanpix) - Foto: Retstegning Jesper Andkjær/Ritzau Scanpix

Bretski fíggjarmaðurin Sanjay Shah er í dag sendur aftur í Vestre Fængsel í Keypmannahavn eftir rættarfund, har hann varð varðhaldsfongslaður til 3. januar.

Tað er grundaður mistanki um, at hann ehvur snýtt danska statskassa, staðfestir ein dómari í Rættinum í Glostrup.

Tann 53 ára gamli er skuldsettur fyri at hava svikað almennu kassarnar fyri meira enn níggju milliardir krónur og fyri at hava roynt at svikað seg til eina milliard krónur afturat.

Dómurin er sagdur umleið eitt samdøgur eftir at Shah kom til Keypmannahavnar í gjár. Hann er latin úr Sameindu Arabisku Emiratunum.

Frælsistøkuna grundar dómarin við, at tað er orsøk til at halda, at Shah fer at rýma frá komandi revsimálinum.

Frammanundan kennir dómarin til málið. Hon hevur áður mett, at mistankin er grundaður. Aftur í mars í 2021 gjørdi hon av, at Sanjay Shah skuldi varðhaldsfongslast. Tá var hann tó ikki á danskari jørð.

Dómurin gongur ákærumugleikanum á møti. Harafturímóti hevði annar av verjunum biðið um, at hann varð latin leysur. Hann orðaði seg tó stutt. Hann nágreinaði annars, at Sanjay Shah noktar seg sekan, og at hann var í góðari trúgv.

 

##med2##

Shah fekk møguleikan fyri at siga okkurt við dómaran, áðrenn hon fór frá fyri at umhugsa málið.

– No, thank you, segði hann. Áðrenn tað vísti hann eisini aftur av svara spurningum.

Í eini bundnari bláari troyggju og hvítum buksum sat hann og lurta eftir framløguni hjá ákæranum av kanningunum hjá løgregluni.

Shah noktar seg sekan. Sambært ætlanini skal revsimálið ímóti honum og einum fyrrverandi starvsfólki í Solo Capital, Anthony Mark Patterson, byrja 8. januar.

Men verjarnir krevja meiri tíð til at fyrireika seg. Tí biða teir um útseting.

Men serákærin Marie Tullin boðar frá einum mótmæli, um ynskið fer at føra til eina størri seinking.

– Vit síggja einki grundarlag fyri at útseta málið nevnivert, sigur hon.

/ritzau/

 

Rættartekning av ákærda Sanjay Shah í rættinum í Glostrup í dag. Hann vildi ikki svara spurningum frá dómaranum. (Foto: Retstegning Jesper Andkjær/Ritzau Scanpix) - Foto: Retstegning Jesper Andkjær/Ritzau Scanpix