Sea Venture vitjar Vág

Í dag vitjar ferðamannaskipið Sea Venture á Vági.

 

Hetta er fyrsta ferðamannaskipið av fleiri, ið fara at vitja í Vági í summar, og fleiri vitjanir eru á skránni komandi árini. Skrá yvir hetta sæst her: Ferðafólkaskip - Vágs Kommuna

 

Við Sea Venture eru 140 ferðafólk, og sum skilst, so er talan um skip, har tey ferðandi mugu hava pengamappuna í ordan.

 

Talan er um nýtt reiðarí. Hetta er millum fyrstu túrarnar, og skipið kemur úr Aberdeen. Í kvøld fer skipið til Havnar, innan leiðin gongur til Íslands og seinni fer skipið m.a. til Svalbard.

 

Skiparin er úr Ukraina, og meginparturin av ferðafólkunum eru úr Kina.

 

Í Vági hevur verið skipað fyri ymiskum í góðveðrinum í dag í samband við vitjanina, og m.a. hevur heimavirkað verið til sølu á bryggjuni.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##