Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðmátingar í Gøtu í bygdum øki, vórðu trý mál skrivað, har bilarnir koyrdu ávikavist 77, 77 og 74 km um tíman. Tað gav í øllum trimum førum bilførarunum klipp koyrikortið og bót.
Somuleiðis vórðu trý mál skrivað á Søldarfjarðavegnum, har tríggir bilar koyrdu ávikavist 76, 81 og 83 km um tíman. Tað gav eisini í øllum trimum førum klipp í koyrikortið og bót.
Klokan 5 í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at fólk í Norðragøtu sóu ljós uppi í haganum, sum kundi verið ein lummalykt. Løgreglan fór á staðið og staðfesti, at talan var um neistar úr einum elsteyra.