Seks tilburðir av koronu í gjár

Í tí eina førinum er smittukeldan ókent

Í gjár vórðu seks tilburðir av koronu staðfestir afturat. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Øll vóru smittað í Føroyum. Í fimm førum var smittukeldan kend, í tí seinasta førinum var smittukeldan ókend, sigur landslæknin. Í løtuni hava 65 fólk koronu, sigur landslæknin.

 

Annars vórðu 710 fólk koppsett í gjár. Sjúkrahúsverkið sigur, at158 fólk fingu fyrra sproytuna og 552 fólk fingu tað seinnu. Nú eru 34.555 fólk koppsett eina ferð og 28.414 fólk eru koppsett tvær ferðir. Tilsamans eru sostatt 62.969 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum.