Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya eru komin ásamt um nýggjan tvey ára sáttmála. Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024.
Semjan hevur við sær, at lønin hækkar 4,32% 1. apríl 2025 og 3,87% 1. apríl 2026. Aðrar broytingar og tillagingar eru eisini gjørdar í sáttmálanum, sum inniheldur krøv frá báðum pørtum.