SÍ er stórsteypavinnari hjá monnum

Í mansdystinum vóru tað steypavinnararnir úr SÍ, sum vunnu 3-0 á føroyameistarunum úr Mjølni

Í mansdystinum vóru tað steypavinnararnir úr SÍ, sum vunnu 3-0 á føroyameistarunum úr Mjølni. Spenningur var bara í fyrsta setti, sum SÍ vann 26-24. Í hinum báðum settunum var rættiligur avsmurningur.  Av teimum seinastu 13 stigunum í triðja setti vann SÍ tey 12.

 

Hjá SÍ hevur póllendingurin Mateusz Pazgan, sum í fjør spældi við Mjølni, loyst spælandi brasilska venjaran Cristiano Campos av, og haraftrat fer ein annar póllendingur, Jakub Madej, at spæla við SÍ í ár. Hvørgin av teimum var tó við um vikuskiftið.

 

Í Mjølni er Boban Ilic í ár venjari, og hann hevur fingið synirnar Vuc og Filip við sær. Phil Freere spælir eisini aftur við Mjølni í ár. Heldur ikki Mjølnir var fullmannað.

 

Stórsteypadystur, menn:

 

Mjølnir – SÍ 0-3 (24-26, 16-25, 7-25)

 

Øll inntøka frá dystunum í dag fer til Autismufelagið. Landskappingin hjá monnum, sum nú eitur Polestar-deildin, byrjar 22. september.