Sigrun Gunnarsdóttir 75 ár

Tann 9. mars verður lista­kvinn­an Sigrun Gun­n­ars­dótt­ir 75 ár, og vilja vit senda henni  eina heilsan.

Tað er so nógv skrivað um Sigr­un, at tað er ógv­u­liga av­markað hvat ið kann fá­ast við i eini slíkari heils­an.

 

Í 2007 varð ein bók skriv­að um Sigrun á føroyskum, ensk­um og donskum. Tað er ó­neyðugt at siga, at her er nógv komið afturat.

 

Sigrun er fødd og upp­vaks­in á Eiði. Foreldrini hjá henni vóru Brynhild og  Gun­nar Andreassen. Mamm­an var av teirri kendu Kruse­ættini av Eiði, so Sigrun hevur gott til at bregða, tá ið tað snýr seg um list.

 

Longu sum smágenta sást, at henni dámdi væl at tekna, og at tað lá væl fyri hjá henni. Hon var í mong ár eisini virkin í sunnu­dags­skúla­ar­beiði í heimbygdini.

 

Sigrun var bara 21 ára gomul, tá ið hon fór at taka sær út­búgving innan list.

 

Sigrun hevur havt nógv­ar lista­framsýningar, bæði í Før­oy­um og í øðrum Norð­ur­lond­um sum til dømis Ís­landi, Danmark og Svøríki. Eis­ini hevur hon havt fram­sýn­ing­ar til dømis í Grøn­landi, Týsklandi. Japan og í New York.

 

Tá Hanstholm komm­una fyri nøkrum árum síðan hevði vitjan av drotn­ing­ini, var Sigrun boð­in av komm­un­uni  at hava eina lista­fram­sýn­ing í sambandi við vitj­an­ina. Tá flutti Sigrun fram røðu og handaði drotn­ing­ini ein málning.

 

Longu frá fyrstu árini  legði Sigr­un denti á at lýsa dag­lig­dagin hjá vanliga før­oy­ing­i­num.

 

Seinni er meira boð­skap­ur í málningunum, sum fær fólk at steðga á og hugsa.

 

Sigrun hevur mangan fing­ið góð skotsmál frá um­mæl­ar­um her heima eins væl og úti í heimi. Millum lista­fólk verður hon mett at vera eitt hitt mest originala lista­fólk í landinum.

 

Frá 1998 til 1999 búði Sigr­un saman við fam­ilj­uni í eini lítlari bygd í Eyst­ur­grøn­landi. Hetta sást eisini aft­ur í tei­m­um lista­verk­um, sum komu frá hennara hond tað tíð­ar­skeiði. Har lærdi hon eisini kynstrið at fletta kóp, soleiðis sum grøn­lend­ingar gera tað. Hon er eitt nátt­úr­u­menn­iskja og dámar væl at ganga í náttúruni.

 

Sigrun er sum sagt abba­dóttir navnframa list­a­mann­in Niels Kruse. For­eldr­ini vóru Brynhild, f. Kruse, og Gunnar Andr­e­asen, bæði av Eiði. Hon er gift við Tordi Niclasen úr Sør­vági. Tey eiga trý børn, tey eru Maria, Pætur og Heini.

 

Sum hjá einum rættum list­ar­fólki, so var teirra søga á hes­um øki serlig.

 

Eisini tá ið tað rann sam­an millum hana og Tord Nicl­a­ssen, sum annars bleiv kend­ur á heilt øðrum økj­um sum politikki, bæði lands­pol­it­ikki og komm­un­u­pol­i­tikki á Eiði.

 

Hetta  hendi í Ísrael, tá ið tey hvør sær vóru stødd. Men lagn­an førdi tey sam­an. Tey búgva á Eiði, men hava eisini fleiri skifti ver­ið í Grønlandi, har nú ein sonur býr.

 

List um ”vanlig” fólk

 

Tað er sjálvandi nógv, sum kann sigast og skrivast um list­ina hjá Sigrun, og tað er eis­ini gjørt. Men her skulu vit halda okkum til hennara lýsing av ”vanligum” fólki.

 

Tað var heilt tíðliga, at Sigr­un gjørdi máln­in­g­ar av lívinum hjá út­róðr­ar­monn­um eisini á Eiði, sum til døm­i­s í 1976 av monnum við kalv­a­línu og málningurin ”á út­róðri” eisini í 1976 og ”av út­róðri” í 1979. Her er talan um fram­ú­r lýsingar av teirri vinnu, sum hevur havt so stór­an týdning fyri Eiði og nógv­ar aðrar bygdir.

 

Gjørdi kvinnuna søguliga

 

Men tað, sum er framúr, er henn­ara kvinn­u­mynd­ir og ser­liga myndirnar av mamm­uni, Brynhild.

 

Hon var viðurkend á Eiði sum ein fram­úr kvinna. Hon gjørdu einki burtur úr sær, men eitt eyð­kenn­ið fyri hana var, at hon gekk inn til fólk við heilsan til tey, sum kundu hava brúk fyri tí. Hon kom spakuliga inn, setti seg niður uttast í køk­i­num og legði ein pakka eftir seg, sum hon helt at tørvur var á tí.

 

Tað er eisini ein sera kend­ur málningur, og máln­ing­ar, har Sigrun avmyndar mammu sína við stórum hond­um, sum bæði lýsa tær ar­beið­andi hend­ur­nar og tær biðj­andi hend­urnar. Hon gev­ur sjálv henda máln­ing heiti “føroysk hetja.” Hetta er so rætt, sum tað kann vera.

 

Tað er ikki altíð, at ”van­liga” fólk­­ið fær møguleika at sína sína hugsan um list. Men tað fingu tey í 2017, tá ið bók­in ”Tær bygdu land”, sum lýsti lívið hjá ”van­lig­um” kvinn­um fødd­ar fyrra part­in í 20. øld, kom út.

 

Tá vísti Sigrun ta vælvild at geva loyvi til at nýta um­rødda málning sum perm­u­mynd.

 

Bókin varð løgd fram fyri al­menn­ing­in á Bóka­døg­u­num hetta árið. Tá kundi vitj­andi atkvøða um ta bestu per­m­u­myndina.

 

Tá fekk henda permu­mynd­in greitt flestu at­kvøð­ur, so ”fólksins tala” var greið.

 

Vit vilja ynskja Sigrun hjart­a­liga tillukku við teim­um 75 árunum, sum ikki síggj­ast á henni, og vit gleða okk­­um til at síggja fleiri verk frá henni.

 

ó.