Ikki færri enn 15 gamlar landaplágur eru á plátuni. Úr rúgvuni kann nevnast You are my sunshine, Truck driving man, I’m so lonesome I could cry, South of the Border, Beautiful brown eyes og Just a closer walk with Thee.
Danska sangarinnan Mette Renbo syngur kór, og hon synger eisini tríggjar av sangunum.
Upptøkurnar eru farnar fram í upptøkuhølunum hjá Símuni - Konoy Music. Mads Hyldahl, ið er limur í kenda danska tónleikabólkinum Kandis, tekur sær av gittarspælinum. Hann er víðakendur, tá ið talan er um gittarspæl á høgum støði.
Upptøkurnar eru ljóðblandaðar í Mosegaard Studie á Djurslandi. Ánari er Jan Kjeldsen.
##med2##
Keðir seg ikki
Sum frálíður er Símun úr Konoy vorðin 74 ára gamal. Hann er fólkapensjónistur, og synd er at siga, at hann keðir seg nú hann er komin á ellisár.
Honum dámar væl at fáast við grafikk, men størstur av øllum er tónleikurin. Frá morgni til myrkurs verða upptøkur gjørdar í ljóðstudio hansara Konoy Music.
Heima hjá sær sjálvum leggur hann botnin og spælir keyboard og onnur tól. Síðani verður sungið, og her fær hann hjálp frá kvinnuliga sangaranum Mette Renbo.
Eftir hetta setir hann seg í samband við góðar gittarleikarar, sum t.d. Mads Hyldahl og grønlendingin Jonas Larsen.
Mangt broytist á mansins ævi, tí tað er ikki neyðugt at teir koma á gátt hjá Símuni, tá ið okkurt er, ið spælast skal. Teir spæla alt inn heima hjá teimum sjálvum, og so verða upptøkurnar sendar sum wave-fílar.
##med3##
”Hr. Ur”
Fyri fáum árum síðani fekk Símun sær navnabroyting, og eitur hann nú Simon von Konoy.
Orsøkin er, at han leiddist av at verða nevndur Hr. Ur.
Tá ið hann t.d. var hjá lækna, og varð kallaður inn, søgdu tey mangan ”Hr. Ur, nu er det Deres tur”.
Ár um dag hevur Símun latið úr hondum yvir 20 útgávur, bæði vinylplátur, kassettubond og fløgur - og hann hevur ongar ætlanir um at gevast í bræði.
Fyrr spældi hann til føðingardagar og aðrar veitslur í nærum hvørjum króki í Danmørkini. Nú heldur hann seg til tey smáu støðini í flestum føri á Fjóni, sum t.d. á eini kafé ella á eini barr onkran seinnapartin.
Hann er sum sagt still going strong, og longu nú er han farin í holt við eina fløgu, sum kanska kemur út seinni í ár - hetta fer tíðin at vísa.