Tað eru rembingar í B36 í løtuni. Jákup Martin Joensen er nýggjur høvðusvenjari og hann er longu farin í arbeiðshandskarnar. Fyri kortum heintaði felagið Ragnar Samuelsen heim úr B68, har hann hevur spælt seinastu tvey árini. Bolt.fo hevur skrivað, at allir útlendingarnir gevast, men okkurt bendir á, at hurðin kanska er opin fyri onkrum av teimum.
Eitt, sum stendur við, til komandi kappingarár er Símun Sólheim. Hann hevur í dag gjørt ein tvey ára sáttmála við B36, sum hann hevur spælt 96 dystir fyri.
- Símun Sólheim hevur valt. Og hann hevur valt at halda fram í B36 komandi tvey árini.
Hann er 23 ár og flutti úr EB/Streymi til B36 í 2022. Símun var tá eisini fastur maður á føroyska U21-landsliðnum. Hann er higartil skrásettur fyri 96 dystir fyri B36, skrivar B36.