Tíðindaskriv:
Kenda havnardaman var tó longu væl í gongd áðrenn, og hevur latið úr hondum peppaðan elektroniskan, dansivinarligan tónleik, sum júst er eyðkendur við hesi stóru røddini. Vit gleða okkum ómetaliga nógv til leygarkvøldið á G! at hoyra hesa megnar songkvinnu framføra sín tónleik, og ikki minst lagið Hallucination, sum øll longu munnu kenna.
G! Festival verður dagarnar 17.-19. juli.