Verandi evropameistararnir, Ongland hava framvegis møguleikan at endurvinna EM-endaspælið í fótbólti hjá kvinnum.
Ongland vann í kvøld aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping 5-4 á Svøríki á Letzigrund leikvøllinum í Zürich.
Tað gjørdist ein heilt ótrúlig brotssparkskapping, har Svøríki brendi fimm av sjey brotsspørkum, og Ongland brendi fýra av sjey brotsspørkum.
Svøríki kann tó iðra seg mest um vanligu leiktíðina. Tá 25 minuttir vóru leiktir var Svøríki á odda 2-0. Men seint í seinna hálvleiki megnaði Ongland at skjóta tvey mál innanfyri tríggjar minuttir, og harvið tryggja sær longda leiktíð.
Í hálvfinaluni møtir Ongland Italia.
Í annaðkvøld klokkan 20 spæla vertstjóðin, Sveis og verandi heimsmeistararnir, Spania fjórðingsfinalu á søguríka Wankdorf leikvøllinum í Bern.
Svøríki-Ongland 4-5 aftaná brotssparkskapping
1-0 Kosovare Asllani ('2)
2-0 Stina Blackstenius ('25)
2-1 Lucy Bronze ('79)
2-2 Michelle Agyemang ('81)
Ongland vann brotssparkskappingina 3-2.