SJÁLVBOÐIÐ SOSIALT ARBEIÐI SKAL VIRÐAST HÆGRI

Í Føroyum eru vit serstakliga røsk at gera sjálvboðið arbeiði. Serliga innan ítróttaøkið eru føroyingar aktivir. Tað er eisini innan itróttaøkið, at størsta viðingin tykist at vera.

Heilt nógvir føroyingar gera eisini sjálvboðið arbeiði innan nógv onnur øki, sum eisini hava ómetaliga stóra týdning fyri okkara samfelag, vælferð og trivnað. Ítøkiliga kunnu nevnast felagsskapirnir, sum eru fevndir av Føroya Ungdómsráði, til dømis skótavirksemið, sum eg sjálv eri ein partur av, og felagsskapir á brekøkinum, sum hoyra undir MEGD. 

 

 

 

Sjálv havi eg verið partur av sjálvbodnum arbeiði, síðan eg var eini 13 ár, og tað hevur gjørt so ómetaliga stóra mun fyri meg og fyri øll tey, eg havi arbeitt saman við hesi mongu árini. Heilt nógv av okkara sosialu skipanum, tilboðum og stovnum eru byrjað við sjálvbodnum arbeiði, og øll hesi fólkini eru eldsálir, ið veruliga brenna fyri at vera við at gera mun og okkurt gott fyri onnur. Tað er stuttligt at gera sjálvboðið arbeiði, og vit eiga at gera alt fyri at eggja fólkum at byrja og halda fram - eisini soleiðis at hesar eldsálir ikki brenna út. Tí skal sjálvboðið sosialt arbeið eisini virðismetast meira. 

 

 

 

At onkur fær, merkir ikki at onnur missa. Sjálvboðið arbeiði skal sjálvandi javnstillast, soleiðis at skattafría upphæddin, sum í løtuni verður givin venjarum og dómarum innan ítróttaøkið, fer at fevna um alt sjálvboðið arbeiði, ikki einans á ítróttaøkinum. Harumframt skulu vit styrkja stuðulsskipanir og grunnar, soleiðis tað lættari gerst møguligt at fíggja virksemi og verkætlanir. 

 

 

 

Laura K. Apol