Sjálvsavgerðarætturin hjá tí einstaka skal virðast

Eg eri 38 ára, giftur og eigur trý børn. Eg eri útbúgvin skipari og havi verið sjómaður tað mesta av mínum vaksna lívi. Eg havi bæði verið við nót og línu, men allarmest havi eg siglt við partrolara undir Føroyum og arbeiði nú á Havstovuni.

 

 

 

Eg síggi stórt í, at sjálvsavgerðarætturin hjá tí einstaka verður virdur:

 

“Eg haldi at føroyingar skulu fáa meira rætt at liva og ráða yvir sær sjálvum. Fólki skulu kunna hava meira eftir av sínum egnu pengum. Ongin hevur sama tørv og ongin hevur somu meining um alt, men kortini kunnu vit saman skapa einar frælsari Føroyar, har øll kunnu røkka síni hægstu mál.”

 

 

 

Eg havi nógv fokusøki, sum eg ynski at arbeiða við, um veljarin vísir mær álitið at verða valdur; og niðanfyri eru nøkur øki:

 

 

 

Skynsaman búskap

 

Avmarka bureaukrati fyri at fáa mest burturúr skattapeninginum og takkla inflasjónini stundisliga og á eina effektivan hátt.

 

 

 

Grønar loysnir, sum muna

 

Vera realistisk um tað, sum vit kunnu og burdu gjørt fyri at ansa eftir okkara fagra landi.

 

 

 

Eina gagnliga samgongu

 

Vit øll eru tíbetur ymisk og hava sjálvandi ymiskar meiningar. Men í ymiskleikanum liggur eisini ein fyrimunur, um vit duga at gagnnýta hesi ymisku sjónarmiðini og arbeiða saman.