– Ein meiriluti í formansskapinum hjá Fólkatinginum vil finna eina loysn á málspurninginum hjá føroyskum og grønlendskum fólkatingslimum, sum kann virka í praksis, stendur í boðunum frá formansskapinum til fjølmiðlar í morgun.
Føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir fara eisini at fáa tilboð um eyka pengar at seta egnar tulkar, sum skulu umseta tilfar úr Fólkatinginum til grønlendskt og føroyskt.
Eisini partar av heimasíðuni hjá Fólkatinginum skal umsetast.
Formansskapurin leggur eisini dent á, at tulkaskipanin bert umfatar málini í ríkisfelagsskapinum.
Einki verður sagt um, hvussu nógv hendan tulkaskipnin fer at kosta Fólkatinginum.