Skattafrádrátt fyri fakfelagslimaskap

Góðu Veljarar,

 

 

 

Flestu okkara eru uppvaksin í einum demokratiskum samhaldsføstum samfelag. Vit elska og vit dyrka okkara demokratisku skipanir. Vit hava øll sama rætt til lækna, skúla, sjúkrahúsverk og aðrar almennar tænastur.

 

 

 

Men tá tað kemur til arbeiðsmarknaðin, so eru vit ikki øll javnt stillaði, eitt nú kann ein arbeiðsgevari draga sítt limagjald í sínum fakfelagi (arbeiðsgevarafelagið) frá í skatti.

 

Løntakarin, sum er limur í fakfelag, kann ikki draga fakfelagslimaskap sín frá í skatti.

 

 

 

Er hetta rætt og rímuligt?

 

 

 

Nei, tað haldi eg absolutt IKKI.

 

 

 

Fleiri royndir eru gjørdar fyri at seta frítøkuna av limagjaldi á politisku dagskránna, men higartil eru tær royndirnar miseydnaðar.

 

Hví skulu løntakarnir aftur her verða verri stillaðir enn arbeiðsgevarin? Hví skal mismunur eisini vera her?

 

 

 

Løntakarafjøldin er vaksin nógv seinastu árini, men eftir øllum at døma sæst tað ikki aftur við vaksandi limatali, og vit hava hoyrt um okkara ungu, ið ikki kenna til fakfeløgini á arbeiðsmarknaðinum.

 

 

 

Tað vil siga, at tá løntakarafjøldin veksur, so liggur ikki fremst í huganum hjá fólki, at verða partur av kollektivu sáttmálunum á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er ein trupulleiki, sum fakfeløgini mugu loysa. Men tað liggur eisini á myndugleikunum at síggja til, at anarki og beinleiðis lógloysi ikki valdar á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 

 

 

Um limir í fakfeløgum kundu drigið limagjaldið frá í skatti, hevði einki verið til hindurs hjá løntakarum at lima seg inn í avvarðandi fakfelag, hvørs høvuðsuppgáva er at samráðast um løn og betringar á arbeiðsmarknaðinum, umframt at tryggja at viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum eru í lagi.

 

 

 

Lønirnar í Føroyum eru ikki høgar, og tí kann eitt limagjald til eitt fakfelag skjótt verða soldað frá, tá heildarkostnaðurin av einum húsarhaldi skal gerast upp. Og gongur galið á arbeiðsplássinum, okkurt, sum hevur neiliga ávirkan á viðkomandi, kann tað fáa fatalar avleiðingar, um viðkomandi ikki er limur í fakfelag.

 

 

 

Jú fleiri eru saman um fakfeløgini, jú betri verður arbeiðmarknaðurin skipaður og harvið verða viðurskiftini hjá arbeiðgevaranum eisini betri. Vit skulu øll hava somu sømdir, og fortreytirnar skulu verða tær somu, um vit skulu virka javnbjóðis á arbeiðsmarknaðinum.

 

 

 

Og tí haldi eg, at ein skipan, har starvsfólk kunnu draga kostnaðin av limaskapi í fakfeløgunum frá í skattinum, eigur at verða sett á stovn.

 

 

 

Við tínari hjálp á løgtingsvalinum 8. Desembur, kann eg seta frádrátt av limagjaldinum í skattinum, aftur á politisku dagsskránna.

 

 

 

Gott val!

 

 

 

Súni Selfoss, valevni fyri Javnaðarflokkin