Skoraberg siglt á land sunnast á Kalsoynni

Klokkan 3:30 í nátt fekk MRCC fráboðan um, at partrolarin Skoraberg hevði siglt á land

Skoraberg hevur silgt á land sunnast á Kalsoynni. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at Skorberg stendur framvegis á landi. 

Vørn og MRCC hava myndugleikan á sjónum, og tí fær vaktleiðarin á politistøðini ikki sagt so nógv. Men sigur tó, at Skoraberg stendur á landi sunnast á Kalsoynni á eystursíðuni sunnan fyri Syðradal.

Ziska verið uppi í leikinum í nátt, Brimil er á staðnum og fleiri av manningini, fimm mans, førdir í land. Skiparin og stýrimaður enn umborð.

 

Í løtuni eru tey í eini bíðistøðu fyri at finna út av, hvussu skipið kann fáast leyst aftur. Har eru trygging og aðrir viðkomandi partar uppi í teimum fyrireikingunum, sigur vaktleiðarin.

##med2##