Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Tað snýr seg um tvey skotvápn og um lóður, sum maðurin hevði í bilinum, og sum løgreglan hevur lagt hald á.
Maðurin er ikki varðhaldsfongslaður, men er í »góðum hondum hjá øðrum«, sum sagt verður.
Tað var ein maður í tríatiárunum, sum sunnudagin varð steðgaður á Vestmannavegnum. Tað tók løgregluni næstan fýra tímar at tosa mannin til rættis soleiðis, at hann kom úr bilinum.
Av trygdarávum var Vestmannavegurin stongdur, teir næstan fýra tímarnar hetta stóð uppá.
Eitt annað fólk var í bilinum hjá manninum, men kom úr bilinum í øllum góðum.