Í Runavíkar kommunu siga tey, at luttakarar nú eru nú valdir til verkætlanarkapping um víðkan av Glyvra skúla og nýggjum musikkskúla í Heimistovufjósinum, og kommunan hevur valt fimm luttakarar til verkætlanarkappingina.
Tilsamans 10 umsóknir komu inn til undangóðkenningina. Kommunan hevði tilskilað sær rættin at velja 3–5 umsøkjarar, og hesi fimm eru nú vald til tað at geva síni boð upp á, hvussu framtíðar mentanar- og menningardepilin á Glyvrum skal skipast.
- Øll tey 10, ið sýndu verkætlanini áhuga, vístu á dygdargóðar loysnir og royndir innan byggiverkætlanir av sama slagi, siga tey í Runavíkar kommunu.
Lagt verður aftrat, at úttveljingin varð gjørd grundað á treytirnar, sum vóru lýstar í innbjóðingini til undangóðkenning – herundir førleikar, tilvísingar og kunnleika til føroysk viðurskifti við denti á at at byggja fólkaskúla.
Verkætlanin fevnir um at víðka og dagføra Glyvra skúla, sum í dag hýsir forskúla og 1.– 3. flokki. Fólkavøksturin í økinum hevur viðført, at karmarnir fyri Skúlan við Løkin og Glyvra skúla longu eru komnir at mørkum.
- Við hesi verkætlan verður Glyvra skúli útbygdur soleiðis, at eisini 4.–6. flokkar kunnu húsast har, og skúlin verður víðkaður til trý spor.
Sagt verður, at nýggi depilin fer eisini at hýsa frítíðarskúla og forskúla, og hesi fara tá øll at fáa gleði og ágóða av nýggjari ítróttarhøll og nýggjum musikkskúla í Fjósinum.
- Verkætlanin fevnir eisini um framleiðslukøk, sum bæði kann veita máltíðir til skúlar og dagstovnar. Sum siðvenja er, vera karmarnir eisini brúktir til kvøldskúla, frítíðarvirksemi og tiltøk, harvið gerst skúlin eisini fólkaogn og savningarstað.
Í Runavíkar kommunu siga tey, at talan er um stóra verkætlan, sum kommunan fer undir við einum samlaðum fermetratali á 9.000-10.000. Arbeiðið verður framt í stigum, so skúlagongdin kann halda fram, meðan bygt verður.
- Vit fegnast um stóra áhugan, og vit gleða okkum til at síggja spennandi uppskot úr kappingini, sum fara at geva okkum eina fatan av, hvussu hesin framtíðar mentanar- og menningardepilin á Glyvrum fer at síggja út innanveggja og í bygdarmyndini, siga tey í kommununi.